KARAOKE
KARAOKE WORD CHAMPIONSHIPS 2008
Nýggjasta skotið á stammuni her í Glitni, er føroysk luttøka í heimsmeistaraskapinum í KARAOKE - Karaoke Word Championships, KWC.
Vit vóru við á fyrsta sinni í ár, fyri at royna og eisini fyri hitta fyrireikararnar. Vit høvdu 4 gevandi og upplýsandi dagar í Finnlandi.
Primusmotorarnir og fadranir at KARAOKE í Glitni, Kenneth og Terji, luttóku hvør vid tveimum sangum. Teir eru sum tiknir úr leikum, tad vita øll sum hava upplivad eitt KARAOKE kvøld í Glitni, og stóri altjóa pallurin í Finnlandi var als eingin forðing í somáta, heldur hinvegin.
Teir bergtóku, bædi vid framførðslu og sangi, so er tad sagt.
19 lond vóru við í kappingini. Vit komu ikki víðari hesafer, vit høvdu heldur ikki sett nøsina uppmóti tí, sjálvandi var ein ávís fyrireiking, men vit vóru við fyri at vísa á, at Glitnir er nýggjasti limurin í KWC, og ikki minst luttóku vit eisini "fyri at læra".
Vit leggja av álvara til brots longu nú, fyri at fyrireika okkum til kappingina 2009. Tad verdur sera spennandi, og vit fara í nærmastu framtíd at kunngerða hvussu vit skipað tey innleiðandi umførini o.s.fr. Tí vit skulu finna tey sum skulu umboða Føroyar. Tað verða funnir 2 vinnarar, 1 konufólk og 1 mannfólk. So nú er at gleða seg, tí KWC er stórsligi og sera spennandi at lutaka í.
Sí annars: http://www.kwc.fi/
Kom so Føroyar.......sera góð umbodan og reklama fyri Føroyar

Terji singur á pallinum
Kenneth singur á pallinum
Vinnarin hjá kvinnum kom úr Frankaríki, og fekk hon 10.000 euro
Vinnarin hjá monnunum kom úr Avstralia og fekk hann eisini 10.000 euro
KARAOKE
Glitnir er ikki ein Karaoke Bar, men KARAOKE BARRIN.
Við meira enn 3500 sangum, sum fevna um nærum alt slag av tónleiki og altjóða KARAOKE útgerð er Glitnir dubba til eitt hvørt kanón Karaoke kvøld.
Kappingar
Vit hava havt fleiri kappingar, har vinningarnir hava verið bæði uttanlands-, flog- og sjóðvegis ferðir, ferðir suðureftir – og ikki minst eru fleiri atgongumerkir farin út gjøgnum kappingar.
Tað eru altíð nýggjar kappingar ávegis – hetta veðrur lýst væl og virðiliga, umframt at barrvørðurin altíð er kunnnaður um hvat er á breddanum.
Okkara KARAOKE starvsfólk eru sum tikin úr leikum og klára at fáa lív í einhvørja fjøld tað skal vera.
Beint nú er ein kapping á skránni:
- Møguleiki er eisini fyri at koma á gátt tá serligt høvi er – t.d ein "polter abend", føðingardagur ella okkurt annað, og syngja nakrar sangir. Boðast skal frá nakrar tímar áðrenn, so barrvørðurin kann fyrireika løtuna. Fast KARAOKE kvøld er fríggjakvøld – síðan vera onnur kvøld løgd aftur at. Vanliga verður lýst við hesum.

C
Coldplay - Fix You
Coldplay - Fix YouVIT HAVA OPIÐ
Mánadag – Hósdag: kl. 11:30 – 23:30
Fríggjadag:kl. 11:30 - 04:00
Leygardag:kl. 12:00 - 04:00
Sunnudag:kl. 13:00 - 23:30
SAMBAND
Glitnir
Grím Kambansgøta 13,
Postsmoga 279
110 Tórshavn
Tel: 321 345
Far: 281 345
Mail:


